Innanlands

Eykajáttanarlógin á 115 milliónir krónir er samtykt

Millum annað eru 21 milliónir fleiri játtaðar til H-bygningin á Landsjúkrahúsinum og 21 milliónir til Hvalbiartunnlinum

Magnus Rasmussen er formaður í fíggjarnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Magnus Rasmussen er formaður í fíggjarnevndini (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-11 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinnapartin í gjár varð uppskoti um eykajáttanarlóg fyri 2019 samtykt í Løgtinginum. Við triðju viðgerð atkvøddu 15 fyri og 10 ímóti.

Andstøðan fanst at uppskotinum, og fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Kristina Háfoss, skýrdi tað av tingsins røðarapalli at vera talan um fíggjarpolitikk, ið als ikki er ábyrgdarfullur. Hon og andstøðan fílast á, at samgongan ikki royna at tálma útreiðslunum. Við hesum verður úrsliti fyri 2019 ikki eins gott, og so verður sambært andstøðuni lættari at fáa eitt fíggjarlógaruposkot fyri 2020,ið sær betri út. Í álitinum frá andstøðuflokkunum stóð eisini at talan er um framskundaðar útreiðslur og óneyðugar meirjáttanir. Har verða H-bygingurin og Hvalbiartunnilin nevndir sum dømi.

[object Object]
Kristina Háfoss (t.h), ið er í fíggjarnevndini hevði ikki nógv gott at bera uppskotinum um eykajáttanarlóg

Samgongan metti hinvegin, at tað er umráðandi at inniloka H-bygningin sum skjótast gjørligt, og at útvega meira fígging til Hvalbiartunnilin so at arbeiði ikki steðgar upp har. 

Kelda: KVF


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder