Innanlands

Eykajáttanin til Smyril samtykt

Full semja um at veita neyðugu milliónirnar til at klassagóðkenna Smyril

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-09-23 14:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroya Løgting hevur í dag skundviðgjørt eina eykajáttan til at gera neyðugu umvælingarnar við strandfaraskipið Smyril, sum er farin til Odense í dokk.

Fyrsta málið hjá nýggju samgonguni í løgtinginum skuldi vísa seg at vera ein umbøn um eykajáttan á 3,5 milliónir krónur.

Umbønin um eykajáttan kom eftir at tað vísti seg at mangala 3,5 milliónir krónur í at fáa Smyril góðkendan frá klassanum.

Játtaðar vóru 26 milliónir krónur á fíggjarlógini, men umvælingin vísir seg at kosta 29,5 milliónir sambært Strandferðsluni.

Frávik vórðu givin frá vanlugu tíðarfreistunum í tinginum, og tað vísti seg, at bæði framløga, fyrsta viðgerð, nevndarviðgerð og tvær atkvøðugreiðslur vórðu avgjørdar á løgtingi í dag.

Tingformaðurin lýsti næsta tingfund at vera komandi mánadag, 30 september, við framløgu á skránni. Tað er fíggjarlógin, sum skal leggjast fram áðrenn 1. oktober.

Tingformaðurin upplýsti eisini, at ætlanin er at fara undir viðgerðina av fíggjarlógini hósdagin í komandi viku, 3. oktober. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder