Áhugin fyri Oslo Gospel Choir hevur verið stórur, og øll atgongumerkini eru seld til konsertina. Nú er avtala fingin í lag um at hava eina eyka konsert, sum verður 26. november kl. 18 í Lívdini í Hoyvík.
- Áhugin fyri konsertini við Oslo Gospel Choir hevur verið sera stórur, og øll atgongumerkini til konsertina eru seld. Eg eri sera fegin um, at vit hava fingið í lag avtalu um eina eyka konsert, sigur Jens Kristian á Brúgvaskifti, sum er ein av fyriskiparunum.
- Tað er eisini stórur áhugi fyri at fáa atgongumerki til eykakonsertina, men enn eru atgongumerki eftir.
Jólakonsertferðin byrjar í Føroyum
Oslo Gospel Choir hevur umleið 30 jólakonsertir í november og desember. Konsertferðin byrjar í Føroyum, har tvær tær fyrstu konsertirnar verða. Síðani gongur leiðin til Danmarkar og síðan til Noregs. So var eisini í 2023. Tá vóru tríggjar konsertir í Føroyum.
- Vit eru glað fyri, at áhugin fyri kórinum er so stórur, og at vit aftur í ár kunnu byrja konsertferðina í Føroyum. Vit hava ikki planir um at fara til onnur lond enn Føroya, Danmarkar og Noregs við hesi jólakonsert, sigur kórleiðarin Tore Ass.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald