Mentan

Eystanljóð á konsertferð í Skotlandi

Umframt konsertir, fer kórið á verkstovu hjá kenda kórleiðaranum Michael Bawtree

2024-04-25 09:41 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag, flaggdagin, ferð kórið Eystanljóð á kórferð til Skotlands. Eystanljóð er staðsett í Eysturkommunu, men sangararnir, umleið 30 í tali, koma eisini aðrastaðni frá.

Kórið er eitt sera virkið kór, ið luttekur nógv í tí heimliga. Men umleið annað ella triðjahvørt ár skipar kórið fyri einum kórtúri, og hesaferð gongur leiðin til Skotlands, har eftirhondini í Føroyum vælkendi Michael Bawtree fer at hava verkstovu við Eystanljóð.

Michael Bawtree hevur heilar seks ferðir verið í Føroyum og arbeitt við kórum, og m.a. hevur hann verið kórleiðari á tveimum teimum seinastu kórstevnunum, og tað er har áhugin hjá kórinum er kveiktur at arbeiða meira saman við Bawtree.

Eystaljóð fer umframt at luttaka á kórverkstovuni hjá Bawtree eisini at hava konsert í kirkjuni St. Margaret’s Scottish Episcopal Church í Glasgow leygardagin kl. 17.30. Á skránni verður serliga tilfar, ið er vant á verkstovuni. Tilfarið fevnir bæði um føroysk og ensk kórverk.

Sunnudagin kl.10.30 syngur kórið til gudstænastu í somu kirkjuni saman við kórsangarum hjá Michael Bawtree.

Kl. 19 sunnukvøldið er kórið við verkætlan har kantata 104 og kantata 146 hjá J. S. Bach verða framførdar við orkestri. Hendan konsertin verður í Glasgow Cathedral. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder