Innanlands

Eystanstevnan fer í gongd í kvøld

Umsitingarnar hjá Nes- og Runavíkar kommunu dystast í fótbólti, og fyrsta golfkappingin í Runavíkar kommunu verður á skránni

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, verður liðskipari hjá NSÍ, ið skal royna at løna Nes kommunu aftur eftir ósigurin í fjør (Mynd: Runavíkar kommuna)

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, verður liðskipari hjá NSÍ, ið skal royna at løna Nes kommunu aftur eftir ósigurin í fjør (Mynd: Runavíkar kommuna)

2020-06-11 13:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan er um skerda Eystanstevnuskrá í ár, men lonugu í kvøld eru tvey tiltøk á skránni.

Les eisini: Eystanstevna við skerdari skrá

Bæði verða úti í góðveðrinum, og í báðum førum er talan um ítrótt:

Umsitingarnar hjá Nes- og Runavíkar kommunum hittast á vøllinum við Løkin til árligu Eystanstevnugrannauppgerðina, og ein søgulig golfkapping við fimm liðum, har tríggir leikarar eru á hvørjum, í haganum omanfyri Hústoft.

Runavíkar kommuna skrivar soleiðis um tiltøkini: 

Hósdagur 11.06

Kl. 16.30 Kommunudystur við Løkin
Lagt er upp til ein spennandi dyst við Løkin, tí í fjørð vann liðið hjá Nes kommunu í tøttum dysti, har Runavíkar kommuna annars eigur flestu sigrarnar.

Borgarstjórin Torbjørn Jacobsen er liðformaður á liðinum hjá Runavíkar kommunu, og fer at spæla í egnari NSÍ troyggju við navni á rygginum, sum hann fyri nøkrum árum síðani fekk í gávu frá fótbóltfelaganum NSÍ.

Viðhaldsfólk eru vælkomin.

Kl. 18.00 Golfkapping
Fyrst golfkappingin í Runavíkar kommunu verður spæld omanfyri Hústoft. Golf felagið bleiv stovnað til jólar í 2018, og hevur síðani arbeitt við at fáa atgongd til lendi og at gera nøkur hol, so golf kann spælast í haganum. Í kappingini kappast 5 lið við 3 monnum á hvørjum liði. Tiltakið verður omanfyri Hústoft.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder