Mentan

Eystanstevnan verður í Runavík 14.-16. juni

Runutusk, Bylgjuland, midnáttarsamkoma, konsert og nógv annað verður á skránni á Eystanstevnuni

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2019-05-27 18:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ítróttafeløgini hava tikið avgerð um at halda Eystanstevnu í Runavík vikuskiftið 14.-16. juni 2019.

Endaliga skráin verður tøk vikuna áðrenn stevnuna, og sagt verður, at skráin verður minst líka fjølbroytt sum í fjør.

Longu nú er greitt, at stóra forðarenningin Runutusk verður leygardagin á stevnuni, og at Bylgjulandið við hópin av tiltøkum í Bylgjuni, ið varð roynt á fyrsta sinni í fjør, eisini verður aftur.

Siðbundna midnáttarsamkoman verður á skránni, eins og kappsigling og kommunudystur í fótbólti, streetfótbóltur og framsýningar. Ymsar ítróttakappingar eru tvørtur um vikuskiftið, og Tórshavnar Big Band hevur konsert í Løkshøll sunnudagin, boðar Runavíkar kommuna frá á heimasíðuni.

Nærri verður at frætta, so hvørt stevnan nærkast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder