Innanlands

Eystanstevnuskráin er nú til reiðar

Byrjað verður í kvøld klokkan 17.30, tá siðbundna kommunuuppgerðin í fótbólti, har umstingarnar hjá Nes kommunu og Runavíkar kommunu bresta saman við Løkin í dysti, er á skránni. Stevnan er í annars stóran mun skipað millum setanina, sum verður fríggjakvøldið klokkan 17 í Gulu smiðju, og midnáttarsamkomuna, sum verður leygarkvøldið kl. 23.30 í Skótahúsinum við Løkin

Stevnan verður sett í morgin, fríggjakvøldið klokkan 17 í Gulu smiðju. Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini, setur Eystanstevnuna

Stevnan verður sett í morgin, fríggjakvøldið klokkan 17 í Gulu smiðju. Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini, setur Eystanstevnuna

2022-06-09 14:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summarstevna nummar tvey er á skránni í vikuskiftinum. Hetta inniber millum annað, at FM-róður verður rógvin á Skálafjørðinum, men eisini at nógv tiltøk eru á skránni á eystara armi av Skálafjørðinum

- Mongu forvitnisligu tiltøkini gagnnýta nattúru og frálíku fysisku karmarnar í økinum - fjørðin, gøtuna kring Toftavatn, økið við Løkin, Bylgjuna, Løkshøll, Gulu smiðju og Skótahúsið við Løkin.

Soleiðis skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðu sínari, har tað síðani verður avdúkað, at startskotið til stevnuna er siðbundna kommunuuppgerðin í fótbólti, har umstingarnar hjá Nes kommunu og Runavíkar kommunu bresta saman við Løkin í dysti um bæði steyp og rættin til reyp komandi árið. Hesin dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 17.30 í kvøld.

Stevnan er í annars stóran mun skipað millum setanina, sum verður fríggjakvøldið klokkan 17 í Gulu smiðju, og midnáttarsamkomuna, sum verður leygarkvøldið kl. 23.30 í Skótahúsinum við Løkin. Petur Hansen, formaður í mentanarnevndini, setur stevnuna og Dania og Benjamin framføra. Pauli Poulsen, formaður í ítróttarnevndini, flytir fram røðu á midnáttarsamkomuni, og Nes Sóknar Musikkfelag luttekur í báðum tiltøkunum. Undan midnáttarsamkomuni leygarkvøld er syngið við tiltak í skótahúsinum, og eftir samkomuna er dansur sama stað.

- Av øðrum felagstiltøkum kunnu nevnast pubquiz og søla av stevnubúffum og kaffi í telti við Løkin, skattaveiða, Bylgjuland og nerf-kríggj í Bylgjuni, og tiltøk fyri tey ungu í Gulu smiðju leygardagin við brunchi fyrrapartin og tónleiki um kvøldið.

Ítrótturin fyllir sum verða man nógv á summarstevnunum. Betri-deildardystur hjá kvinnum millum NSÍ og Víking er fríggjakvøldið. Landsliðssteðgur er hjá monnum, men landsdysturin Føroyar - Litava verður vístur á stórskýggja við Løkin. Dagin eftir er stóra og serstaka Runutusk tiltakið í ítróttar- og mentanarøkinum við Løkin allan sunnudagin, og kappsigling er á fjørðinum sunnudag seinnapart. 

Stóra ítróttartiltakið er Barna- og FM-róður á fjørðinum leygardagin.

Til ber at síggja alla skránna á heimasíðuni hjá Eystanstevnuni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder