Innanlands

Eystari Landsrættur dømt mann fyri neyðtøku

Maðurin var í juni 2023 fríkendur fyri neyðtøku í Føroya Rætti

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-03-18 14:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Politi: Í dag var ein 28 ára gamal maður dømdur í Eystara Landsrætti fyri at hava neyðtikið eina 23 ára gamla kvinnu í desember 2022.

Av tí at maðurin var fríkendur í Føroya Rætti, valdi ákæruvaldið at kæra dómin við pástandi um, at maðurin skuldi dømast. Neyðtøkan var framd aftaná, at § 216 í revsilógini um neyðtøku var broytt til eina samtykkigrundaða neyðtøkuáseting.

Eystari Landsrættur tók undir við ákæruvaldinum og dømdi mannin 1 ár og 2 mánaða treytaleysa fongsulsrevsing fyri neyðtøku. Maðurin var sostatt dømdur eftir nýggju neyðtøkuásetingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder