2021-11-11 14:53

21. mai fekk ein maður sjey ára fongsulsrevsing fyri at skjóta eftir løgregluni í Miðvági 9. desember 2019, og Eystari landsrættur hevur nú staðfest dómin, skrivar Kringvarpið.
Ákæruvaldið kravdi tá 10 ára fongsul, meðan verjin helt, at tað var nóg mikið við seks árum.
Í Føroya rætti varð maðurin dømdur sjey ára fonsulsrevsing, og hetta kærdi maðurin. Men nú hevur Eystari landsrættur also staðfest dómin, sum hann fekk í vár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald