Innanlands

Eystari Landsrættur staðfest tveir dómar hjá Føroya Rætti

Fyrra málið var um innsmugling av 12 kilo av hashi til Føroya í 2021, og seinna málið um innsmugling av 6 kilo av hashi í februar 2022

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-22 15:25 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eystari Landsrættur hevur í dag staðfest tveir dómar frá Føroya Rætti

Fyrra málið var um innsmugling av 12 kilo av hashi til Føroya í 2021. Tann ákærdi varð í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 9 mánaðar. Við í hesa revsing vóru lagdir afturat 4 mánaðar, sum ákærdi hevði fingið í treytaðari fongsulsrevsing í einum øðrum máli í Føroya Rætti. Ákæruvaldið kærdi dómin við pástandi um, at revsingin skuldi verða strangari. 

Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti.

Tann nú dømdi bleiv fongslaður aftaná dómin og skal sita dómin beinanvegin.

Seinna málið var um innsmugling av uml. 6 kilo av hashi til Føroya í februar 2022. Tann ákærdi, sum er danskari, varð í Føroya Rætti dømdur 1 ár og 9 mánaðar. Brotið varð framt meðan ákærdi var royndarleyslatin frá avsoning av eini fongsulsrevsing uppá 3 ár fyri onnur lógarbrot framd í Danmark. Tá ákærdi varð royndarleyslatin restaðu 367 dagar í avsoningini. Av tí, at ákærdi framdi nýggja brotið, meðan hann var royndarleyslatin, vórðu teir 367 dagarnir, sum restaðu í at sita, roknaðir við í dómin, sum varð sagdur í Føroya Rætti í februar í ár. Ákærdi kærdi dómin við pástandi um, at teir 367 dagarnir ikki skuldu roknast við í dómin fyri smugling av hashi til Føroya.

Eystari Landsrættur staðfesti dómin frá Føroya Rætti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder