Eysturkommuna hevði í gjár eykabýráðsfund, har eitt samt býráð samtykti at taka av tilboðinum frá Fuglark um at standa fyri projektering av út- og umbyggingini av Leirvíkar skúla.
Ætlanin er at taka gamla partin av skúlanum niður, og byggja eina nýmótans fimleikahøll, skúlakøk, serstovur, samstundis sum eisini vanligar skúlastovur verða gjørdar.
Talan er um eitt øki, sum svarar áleið til 2000 m2.
(Mynd: Fuglark)
Arbeiðið at projekterað byrjar beinanvegin, og verður eftir ætlan klárt at bjóða út seint í summar.
Eftir fundin skrivaðu borgarstjórin í Eysturkommunu, Per Martin Gregersen og Svend Sivertsen, stjóri hjá Fuglark, undir sáttmálan.
Eysturkommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald