Eysturkommuna hevur góðar fortreytir fyri at skipa egna framhaldsdeild, og eingin grundgeving er funnin fyri, at tað ikki ber til
Tað er niðurstøðan hjá arbeiðsolkinum, sum í september varð settur av býráðnum í kommununi at kanna møguleikan.
Í bólkinum vóru foreldra- og læraraumboð úr skúlastýrinum fyri Skúlan í Eysturkommunu, skúla- og varaskúlastjóri, trivnaðarleiðari í Eysturkommunu og lærari úr aðrari framhaldsdeild í Føroyum. Bólkurin hevur verið undir leiðslu av Lóður við Hera á Rógvu.
– Bólkurin hevur arbeitt við at lýsa og fáa greiðu á, hvat ein framhaldsdeild krevur aftrat verandi umstøðum í Skúlanum í Eysturkommunu. Nógvar hoyringar hava verið á skránni av m. a. lærarum, næmingum og myndugleikum, og Teknistovan í Gøtu hevur hjálpt við at gera eitt skitsuuppskot av einari møguligari framhaldsdeild, skrivar Eysturkommuna í tíðindaskrivi.
Niðurstøðan varð handað býráðnum í Eysturkommunu mikudagin 6. mars. Eisini varð arbeiðið lagt fram fyri býráðslimunum, sum høvdu møguleika at seta spurningar um arbeiðið og tilgongdina til niðurstøðuna.
Arbeiðsbólkurin undirstrikaði, at hóast tað ber til at skipa framhaldsdeild í kommununi, er fortreytin fyri, at ætlanin eydnast, at kommunan er til reiðar at játta peningin, sum krevst til at stovna og reka eina nútímans framhaldsdeild. Umráðandi er, at kommunan bjóðar eitt tilboð, sum í minsta lagi er á sama stigi sum verandi tilboð – helst betri.
Arbeiðið og niðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum verða løgd fram á borgarafundi seinni í mars mánaði, har borgarar í Eysturkommunu fáa møguleika at viðmerkja og seta býráðnum spurningar um málið, skrivar Eysturkommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald