Innanlands

Eysturkommuna: Tvær verkætlanir av álvara farnar í gongd

Mikudagin varð fyrsta flagið loyst í sambandi við út- og umbyggingina av Læknamiðstøðini, og síðani varð hakin setttur í til íbúðirnar í verkætlanini "Eyðabø"

Í gjár, mikudagin 19. juni, hevði Per Martin Gregersen úr at gera við at loysa fløg. Her saman við Dávidi Jacobsen. Arbeiðið við íbúðunum fer eftir ætlan at vera liðugt í 2026 (Mynd: Eysturkommuna)

Í gjár, mikudagin 19. juni, hevði Per Martin Gregersen úr at gera við at loysa fløg. Her saman við Dávidi Jacobsen. Arbeiðið við íbúðunum fer eftir ætlan at vera liðugt í 2026 (Mynd: Eysturkommuna)

2024-06-20 15:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikudagin 19. juni, hevði Per Martin Gregersen úr at gera við at loysa fløg. Fyrst var tað í Gøtudali.

- Í morgun varð fyrsta flagið loyst í samband við út- og umbyggingina av Læknamiðstøðini í Gøtudali. Tað var borgarstjórin Per Martin Gregersen, sum loysti flagið. Articon stendur fyri arbeiðnum, sum Teknistovan í Gøtu hevur teknað.

Eftir ætlan verður arbeiðið liðugt við ársenda í ár. Harvið verður aftur møguligt hjá øllum borgarunum í Eysturkommunu at greiða síni læknaviðurskifti í viðtaluni í Gøtudali, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

Meira kann lesast um verkætlanina her

[object Object]
Borgarstjórin í gongd í Gøtudali (Mynd: Eysturkommuna)

Hakin varð eisini settur í til verkætlanina Eyðabø. Her var tað Dávid Jacobsen, nevndarformaður í P/F Varðin, sum loysti flagið saman við Per Martini Gregersen.

Verkætlanin P/F Eyðabø fevnir um 34 íbúðir, sum koma at liggja upp at eldrasambýlinum Gøtubrá. Byggifyritøkan P/F Búsetur er arbeiðstakari til verkætlanina, sum P/F Varðin stendur fyri, og  Sp/f Henning Larsen arkitektar hava teknað.

Arbeiðið við íbúðunum fer eftir ætlan at vera liðugt í 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder