![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað eru Runavíkar kommuna, Nes kommuna og Sjóvar kommuna, sum eru í eldrasamtakinum, sum eitur Roðin.
Tá kommunalu fíggjarætlanirnar vórðu lagdar fyri 2020 samdust tær tríggjar kommunurnar um,at seta pening av til umbyggingar á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík.
Endamálið við umbyggingini er millum annað, at gera køkin lættari at nýta, at alt sum í sum í dag húsast í kjallaranum í Heilsudeplinum í Runavík flytur niðan á Ellisheimið, og at fáa tikið svimjihylin á heiminum í brúk aftur - tað hevur hann ikki verið í 10 ár. Hetta skrivar kommunurar á heimasíðu sínari.
Tá peningur varð settur av varð mett, at samlaði kostnaðurin fór at vera áleið 13,7 milliónir krónur, og hann fer at liggja um hetta, verður gjørt greitt eftir at sáttmálar eru gjørdir. Partarnir um at klúgva útreiðsluna yvir tvey fíggjarár – 2020/21
Tað er Teknistovan Gøta sum hevur teknað og fyrireikað útbjóðingina. Tøkniligur ráðgevi hjá Roðanum hevur verið felagið RÁÐ – ráðgevandi verkfrøðingar. Zacharias Leitisstein skal gera HVS-arbieði, Maskinhandilin í Saltangará stendur fyri ravmagninum, Búsetur ger timburarbeiði, og Leif Mohr skal gera køkin
Ætlandi byrjar arbeiðið alt fyri eitt, og samsvarandi tíðarætlanini verður tað liðugt seint næsta summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald