
Eysturoyar Sjálvstýrisfelag hevði aðalfund í gjárkvøldið á Hotel Runavík. Limir felagsins møttu fjølmentir á fund, og fundurin gjørdist mennandi og góður, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
Nevndin er nú hendan: Andreas Jacobsen, formaður, Mannbjørn í Grund, næstformaður, Lasse Klein, skrivari og kassameistari, Pól Jákup Poulsen, Bárður Kass Nielsen, Tróndur Ellingsgaard og Elspa Petersen. Terje B. Vestergaard og Snæbjørn Berentsen eru varalimir.
Umboð floksins í Landsnevnd Sjálvstýrisins eru nú hesi: Pól Jákup Poulsen, fastur limur, og Andreas Jacobsen, varalimur.
Á fundinum møtti eisini Kári P. Højgaard, virkandi floksformaður.
Í næstum ferð nevndin í felagnum at leggja til rættis skrá fyri virksemið felagsins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald