2021-01-19 17:48

Seinastu vikuna hevur Eysturoyartunnilin verið stongdur frá klokkan 19 á kvøldi til klokkan 7 morgunin eftir.
Arbeitt hevur verið við at seta ljósini hjá listamanninum Tróndi Patursson í rundkoyringini, at seta bilteljara upp, og annars smáar manglar frá tí, at tunnilin lat upp 19. desember.
Eftir ætlan skuldi arbeiða vara til og við í dag eisini, men nú er arbeiðið liðugt, og tí verður tunnilin opin alt samdøgrið aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald