Innanlands

Eysturoyartunnilin stongdi í 10 minuttir

Bummurin var niðri eina løtu seinnapartin. Tað hevði við sær langar bíðirøðir á Hvítanesi

2022-11-10 14:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er nógv ferðsla í Eysturoyartunlinum, og er hann stongdur í fáar minuttir, so gerst bilrøðin fleiri hundrað metrar lang.

Hetta hendi í dag klokkan 14, tá bummurin fór niður, og var niðri í tíggju minuttir.

Á tunnil.fo síggjast boð um hetta, men helst kom hetta óvæntað á fleiri. 

Vit frættu úr bíðirøðini á Hvítanesi fyri løtu síðani, at fólk, sum høvdu ørindi á Hjalla, høvdu trupult at sleppa framvið, og at proppur var komin í.

Tunnilsfelagið boðar frá, at aftur í morgin verður stongt í tíggju minuttir frá klokkan 14 til 14:10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder