Á midnátt fór ætlanin hjá Eysturríksku stjórnini um at lata landið aftur fyri ókoppsettum borgarum í gildi.
Stjórnin góðkendi ætlanina í gjár, og verður hon í fyrsta umfari galdandi komandi tíggju dagarnar. Børn undir 12 ár og fólk, sum nýliga hava havt koronu eru undantikin.
Hetta merkir, at ókoppsettir borgarar komandi dagarnar bert sleppa at fara úr heimi teirra fyri at fara til arbeiðis, til handils ella fyri at røra seg. Sambært BBC fer hetta at ávirka uml. tveir milliónir borgarar, sum enn ikki eru liðugt koppsettir fyri koronu.
Uml. 65 prosent av eysturríkska fólkinum eru liðugt koppsett fyri koronu. Tað talið er munandi lægri enn í øðrum evropeiskum londum. Hinvegin hevur eysturríkska smittutalið seinastu dagarnar per 100.000 íbúgvar verið millum tey hægstu í Evropa.
Alexander Schallenberg, samveldiskanslari í Eysturríki sigur seg harmast um, at tað var neyðugt at taka hetta stigið.
– Í roynd og veru hava vit sagt við ein triðing av fólkinum: tú fer ikki úr heimi tínum uttan tú hevur ávís ørindi.
Kanslarin leggur afturat, at hetta fer at minka nógv um sambandið millum koppsett og ókoppsett.
Løgreglan fer javnan at kanna almenn støð at vita, um fólk eru koppsett, og tey, sum hava brotið reglurnar fáa eina bót.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald