Uttanlands

Eysturríki bannar nú glyfosat

Talan er um evnið, sum er tað berandi í kenda arvatýnaranum Roundup

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-07-03 09:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sum fyrsta landið í ES hevur Eysturríki samtykt eitt fullkomið bann móti evninum glyfosat, sum er aktiva evnið í Roundup, sum er eitt kent sprænievni at sleppa av við arva ella ókrút.

Í gjár samtykti ein meiriluti í eysturríkska tjóðartinginum eitt uppskot, sum bannar m.a. glyfosat. Evnið er undir illgruna fyri at elva til krabbamein.

Tað var sosialdemokratiski flokkurin, sum legði uppskotið fram.

Hóast heimsheilsustovnurin WHO í 2015 lýsti glyfosat sum ”møguliga krabbameinselvandi” so avgjørdi ES í desember 2017 at endurnýggja loyvið at brúka evnið í evropeiskum londum í fimm ár afturat.

Tað er tí óvanligt, at eitt ES-limaland nú setir í verk bann móti brúk av einum evni, sum er lógligt at brúka í ES, skrivar AFP.

Loyvið varð longt, tí evnafrøðiligi stovnurin hjá ES, Echa, og matvørustovnurin, Efsa, ikki mettu, at glyfosat kann vera orsøk til krabbamein.

Amerikanski umhvørvisverndarstovnurin, EPA, metir eisini, at glyfosat er trygt.

Í Danmark hevur Miljøstyrelsen eisini góðkent evnið, og mett, at tað er trygt at brúka hvat viðvíkur menniskjum og umhvørvi, skrivar Ritzau.

Stóra amerikanska evnafrøðifyritøkan, Monsanto, framleiðir nú Roundup, sum fram til í fjør varð framleitt hjá týsku Bayer-fyritøkuni.

Seinastu mánaðirnar hevur Bayer tapt trý rættarmál í Kalifornia um Roundup, har krabbameinsrakt fólk hava fingið stór endurgjald.

Bayer hevur fyrr sagt, at tey eru ”sannførd um, at glyfosat er trygt og ikki elvir til krabbamein”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder