2022-03-09 14:20
Í dag hevur Eysturríki strikað umstríddu lógina um koppsetingarkrav fyri vaksin sum hevur elvt til fleiri mótmæli í landinum.
Hesa avgerðina hava myndugleikarnir tikið eftir áheitan frá serfrøðingum.
Tað er uml. ein mánaður síðani, lógin kom í gildi, og miðskeiðis í hesum mánaðinum var ætlanin, at myndugleikarnir skuldu fara í holt við at revsa fólk, sum ikki høvdu latið seg koppseta fyri koronu.
Revsingin skuldi vera ein bót á upp til 3.600 evrur fyri ársfjórðingin (góðar 27.000 krónur), men nú verður hetta av ongum.
Koppsetingarkravið verður endurskoðað um tríggjar mánaðir, sigur eysturríkski heilsumálaráðharrin sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald