Uttanlands

Eysturríki herðir tiltøkini móti ókoppsettum

Í Italia krevst nú koronapass fyri at sleppa á matstovu ella ferðast innanlands

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-01-11 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Myndugleikarnir í Eysturríki byrja í dag at senda løgreglufólk, bæði í búna og sivilklødd, út á gøturnar at ansa eftir, at koronatiltøkini í landinum verða yvirhildin. Tað skrivar týska dpa tíðindastovan.

Løgreglufólkini skulu eitt nú kanna eftir, at handdlar fremja neyðuga aftirlitið, og at fólk, sum ikki eru koppsett bert fara úr heimum sínum, um tey hava rætt til tað.

Síðan november hava serligar avmarkingar verið galdandi fyri fólk, ið ikki eru koppsett. Avmarkingarnar snúgva seg um, at hesi einans sleppa úr heimi sínum fyri at arbeiða, til handils ella fyri at fara á venjingarmiðstøð.

Higartil hava myndugleikarnir í Eysturríki skrásett yvir 12.000 lógarbrot í sambandi við koronatiltøkini.

Tiltøkini vórðu sett í verk fyri at seta ferð á koppsetingarnar. Eysturríki er í so máta langt aftan fyri onnur lond í Evropa.

Italia herðir tiltøkini
Italia hevur eisini sett strangari tiltøk í verk.

Frá í dag og fram til 31. mars sleppa fólk, sum ikki eru koppsett, ikki at eta á matstovum, búgva á hotelli, brúka venjingarmiðstøðir, skíðlyftir, innanríkisflogfør, tok, bussar og ferjur uttan at vísa fram lógligt koronupass.

Fyri at fáa eitt slíka grønt pass, tey kalla, skulu tey vera koppsett tvær ella tríggjar ferðir, ella nýliga vera forðin frísk eftir at hava havt smittuna, skrivar NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder