Eysturríski kanslarin, Sebastian Kurz, ætlar nú at útskriva nýval, og tað skal vera skjótast gjørligt, sigur hann, sambært DR.
Orsøkin er sjónbandið av varakanslaranum Heinz-Christian Strache og Joachim Gudenus, sum hevur skapt øsing í Eysturríki.
- Nóg mikið er nóg mikið, segði kanslarin á tíðindafundi í kvøld.
Á umrødda sjónbandinum síggjast Heinz-Christian Strache, sum er formaður í høgravenda nationalista flokkinum FPÖ (frælisflokkinum), og Joachim Gudenus, høgra hond hansara, sum sita saman við einari kvinnu, ið sigur seg vera ríkt handilsfólk og bróðurdóttir ein russiskan oligark.
Kvinnan bjóðar at spýta nógvar pengar í valdystin hjá FPÖ. Hetta inniber ólóliga fígging til ein flokk, ið politikkarnir báðir eru áhugaðir í. Strache tosar á sjónbandinum um, hvussu hetta kann verða gjørt. Eisini tosar kvinnan um at keypa meginpartin av partabrøvinum í Kronenzeitung. Eisini hetta vísir Strache stóran áhuga fyri, og hann vísir á, at hetta kann FPÖ brúka í valdystinum til at skaffa fleiri veljarar; formaðurin sigur m.a. at nøkur av fjølmiðlafólkunum á blaðnum kunnu skiftast út við onnur, ið hella meira til hansara flokk.
Afturfyri hjálpina frá kvinnuni lovar Strache, at tá hann er komin til valdið, so fær kvinnan stórar bíleggingar frá statinum.
Sjónbandið varð almannakunngjørt í gjárkvøldið av týska blaðnum Süddeutsche og av miðlinum Spiegel.
Andstøðuflokkarnir í Eysturríki eru í øðini og rópa hetta størstu gølu í landinum í nýggjara tíð, og Heinz-Christian Strache hevur síðani lagt frá sær.
Hann heldur tó fast við, at hann ikki hevur brotið nakrar lógir, men hann ásannar at talan er um eina sera flovisliga støðu.
Hann heldur seg vera eitt offur fyri at málrættað politiskt álop, har ókend fólk á ólógligan hátt hava roynt at fella hann.
Keldan handan sjónbandið er dulnevnd, og tað eru bert Süddeutsche og Spiegel, sum kenna hana, og hava tey fingið óheftir serfrøðingar at vátta, at upptøkurnar eru veruligar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald