Uttanlands

Eysturríki letur heilt aftur – Koppseting skal vera krav

Herfyri lat Eysturríki aftur fyri ókoppsettum borgarum, og nú verður boðað frá, at landið letur fullkomiliga aftur, umframt at koppseting skal vera krav frá 1. februar – Í dag verður skipað fyri fleiri mótmælum í Eysturríki

Alexander Schallenberg, samveldiskanslari í Eysturríki sigur, at ov fá fólk lata seg koppseta fyri koronu (Mynd: EPA)

Alexander Schallenberg, samveldiskanslari í Eysturríki sigur, at ov fá fólk lata seg koppseta fyri koronu (Mynd: EPA)

2021-11-20 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri lat Eysturríki aftur fyri ókoppsettum borgarum, men eysturríkska stjórnin boðar nú frá, at landið letur fullkomiliga aftur – eisini fyri tey, sum eru koppsett og hava havt koronu.

Alexander Schallenberg, samveldiskanslari, sigur, at afturlatingin í mesta lagi fer at vara 20 dagar.

Umframt hetta verður boðað frá, at ætlanin er at gera koppseting til eitt krav frá 1. februar næsta ár.

– Vit vilja ikki hava eina fimtu bylgju, sigur samveldiskanslarin sambært BBC.

Hann sigur, at tey leingi hevur verið semja um ikki at gera koppseting til eitt krav, men ov nógv lata seg ikki koppseta.

Endaliga ætlanin fyri kravdu koronukoppsetingina er ikki klár enn.

Uml. 66 prosent av eysturíkska fólkinum eru liðugt koppsett – eitt av lægstu tølunum í Vesturevropa.

Vænta túsundatals mótmælisfólk í Wien

Í kjalarvørrinum á fráboðanini hjá stjórnini um nýggju tiltøkini, verður skipað fyri fleiri mótmælum í Eysturríki í dag, og roknað verður m.a. við, at fleiri túsundatals fólk vera at síggja á gøtunum í høvuðsstaðnum, Wien.

Eysturríkska løgreglan hevur, sambært Ritzau, boðað frá, at í minsta lagi 1.300 løgreglufólk verða send út á gøturnar í dag at halda eyga við, um fólk virða boðini um at brúka munnbind.

Í nátt upplýsti eysturríkska løgreglan eisini, at tríggir ungir mans úr Linz hava játtað, at teir ætlaðu at leypa á løgreglufólk. Ætlanin var at stoyta bensin á tey og síðani seta eld á tey.

Talan er um tveir 16 ára gamlar tannáringar og ein 20 ára gamlan mann. Teir siga seg síggja løgreglufólk sum fíggindar, tí tey handhevja koronutiltøkini hjá myndugleikunum.

Teir tríggir hava eisini játtað seg sekar í at hava sett eld á ein løgreglubil miðskeiðis í hesum mánaðinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder