Tjóðartingið í Eysturríki lýsti í gjár veðurlagskreppu undan komandi tjóðartingsvalinum, skrivar AFP-tíðindastovan.
Tinglimir úr øllum flokkum uttan flokkinum ytst til høgru, Freedom Party, atkvøddu fyri uppskotinum til samtyktar.
Samtyktin er mest av súmbolskum slag, men er við til at markera, at veðurlagið er eitt av týðandi evnunum undan valinum sunnudagin.
Veljarakanningar vísa eisini, at meirilutin av teimum 8,8 milliónum fólkunum í Eysturríki bera ótta fyri veðurlagnum. Og allir flokkar hava eisini lovað at gera okkurt við tað.
Konservativi fólkaflokkurin, OeVP, stendur sambært veljarakanningunum til at gerast størsti flokkur, meðan Tey Grønu, sum ikki fingu umboðan á tingi í 2017, stendur til størstu framgongdina.
Eysturríki liggur á odda, tá tað snýr seg um vistfrøðiligan landbúnað og varðandi orku, men er ikki so væl við, tá tað snýr seg um at minka um vakstrarhúsgassini, stendur ikki so væl til.
Í tíðarskeiðinum 1990 til 2017 var Eysturríki millum tey fáu londini í ES, har útlátið av vakstrarhúsgassum øktist. Í øllum ES minkaði útlátið við 22 prosentum hetta tíðarskeiðið.
Tjóðartingið í Wales var, sambært BBC, fyrsta tingið íheiminum at lýsa veðurlagskreppu. Síðan hava skotska og bretska tingið eisini gjørt tað, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald