Uttanlands

Eysturríki: Ókoppsettir borgarar sleppa ikki á kaffistovu

Smittutalið í landinum er økt nógv seinastu vikuna, og setir landið tí nýggj tiltøk í verk

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-11-06 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu vikuna hevur Eysturríki upplivað ein stóran vøkstur í talinum á smittutilburðum, og tí setur landið í verk nýggjar avmarkingar mánadagin.

Hetta hevur við sær, at fólk ikki fáa atgongd til eitt nú kaffistovur, matstovur og hárfríðkanarstovu, um tey ikki eru koppsett fyri koronu ella hava havt koronu.

Hetta verður eisini galdandi fyri gistingarhús og tiltøk við fleiri enn 25 luttakarum.

Tó verður ein tillagingartíð á fýra vikur, har fólk, sum hava fingið fyrru koppsetingina, eisini fáa atgongd til hesi støð, um tey kunnu vísa á eina negativa PCR-kanning.

Tað er eitt ár síðani, at Eysturríki skrásett tað higartil hægstu økingina í smittutalinum í landinum – 9.568 tilburðir. Smittutalið í Eysturríki nærkast nú aftur hesum støðinum. Fríggjadagin vórðu 9.388 tilburðir skrásettir.

Sum heild hevur Evropa seinastu tíðina upplivað ein munandi vøkstur í talinum á smittutilburðum, og hósdagin segði Evropeiski leiðarin hjá Heimsheilsustovninum, WHO, Hans Kluge, at hann var sera stúrin um gongdina.

Ein partur av orsøkini, sambært WHO, er, at vit nú eru farin inn í vetrartíðina, at ov fá eru koppsett, og at evropeisku londini hava linkað smittufyribyrgjandi tiltøkini.

Støðan hevur eisini fingið m.a. Týskland og Holland, at seta nýggj tiltøk í verk seinastu dagarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder