Sebastian Kurz hevur boðað frá, at hann leggur frá sær sum kanslari í Eysturríki, og verður tað Alexander Schallenberg, uttanríkismálaráðharri, sum yvirtekur kanslaraembætið.
Orsøkin er, at Kurz og stjórn hansara eru ákærd fyri mutur.
Sebastian Kurz sigur, sambært Ritzau, at hann nú fer at seta seg í tingið fyri at stjórna flokki hansara, ÖVP. Schallenberg fær kanslaraembætið fyri at tryggja eina støðufesta stjórn, sigur Sebastian Kurz í fráboðan sínari.
Tað var mikudagin, at ákærumyndugleikin boðaði frá, at Kurz og níggju onnur í hansara skara vóru undir illgruna fyri at hava keypt seg til jaliga miðlaumrøðu fyri skattagjaldarans rokning. M.a. er landsins fíggjarmálaráðharri undir illgruna fyri at hava keypt lýsingar í einum blaði afturfyri positiva umrøðu av Kurz.
Hesum ákærum hevur Kurz víst aftur.
Málið hótti samgonguna, tá flokkurin Die Grünen hótti við at fara út samgonguni, um ikki Kurz legði frá sær. Hevði Kurz ikki sjálvur lagt frá sær, hevði Die Grünen reist misálit móti honum, og atkvøðurnar hjá hesum flokkinum saman við andstøðuni hevði verið nóg mikið til at fella Kurz.
Sebastian Kurz er 35 ár og varð fyrstu ferð útnevndur til kanslari í Eysturríki í 2017.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald