Uttanlands

Eysturríki: Vilja lata aftur fyri ókoppsettum borgarum

Ætlanin í Eysturríki er, at ókoppsettir borgarar bert skulu sleppa at fara út fyri at fara til arbeiðis, til handils ella fyri at røra seg

Alexander Schallenberg, samveldiskanslari í Eysturríki (Mynd: EPA)

Alexander Schallenberg, samveldiskanslari í Eysturríki (Mynd: EPA)

2021-11-12 16:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í eysturríki ætla tey nú at lata samfelagið aftur, men hetta skal bert vera galdandi fyri ókoppsettar borgarar, sigur samveldiskanslarin, Alexander Schallenberg.

Tað merkir, at ókoppsettir borgarar bert sleppa at fara úr heimi teirra fyri at fara til arbeiðis, til handils ella fyri at røra seg.

Sambært Ritzau verður ikki upplýst, um hetta bert verður galdandi fyri vaksin, ella um tað eisini verður galdandi fyri ókoppsett børn. Tað er tó ikki galdandi fyri tey, sum hava havt koronu.

Ætlanin verður væntandi góðkend av myndugleikunum sunnudagin, og verður hold eftir ætlan galdandi um alt landið, sigur Schallenberg, sum tó ikki hevur upplýst, nær hetta skal vera galdandi frá, men statirnir Oberösterreich og Salzburg, sum eru hart raktir av koronu, hava boðað frá, at teir eru til reiðar at seta hetta í gildi longu mánadagin.

Síðsta mánadag vórðu avmarkingar settar í gildi í Eysturríki orsakað av vaksandi smittutalinum í landinum. Hetta hevði við sær, at fólk ikki fáa atgongd til eitt nú kaffistovur, matstovur og hárfríðkanarstovu, um tey ikki eru koppsett fyri koronu ella hava havt koronu.

Sambært Schallenberg eru intensivdeildirnar hjá landsins sjúkrahúsum undir øktum trýsti.

Uml. 65 prosent av eysturríkska fólkinum eru liðugt koppsett fyri koronu. Tað talið er munandi lægri enn í øðrum evropeiskum londum. Endamálið við afturlatingini er at fáa fleiri fólk at lata seg koppseta.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder