Í januar hvarv ein eysturríkskur maður í Fugloy og kom ikki afturíaftur, hóast løgreglan saman við staðarkendum fólkum, sjálvbodnum bjargingarfólkum og Atlantic Airways brúkti nógva orku uppá at finna hann.
Føroya Politi boðar í dag frá, at eysturríski sendiharrin í Danmark, Maria Rotheiser-Scotti, hevur sent føroysku løgregluni takkarbræv.
Í brævinum stendur m.a.:
- Eg takki løgregluni og samlaða leitingarmanningini fyri stóra arbeiðið í sambandi við leitingini eftir eysturríkska ríkisborgaranum í januar 2019. Luttøkan hjá føroysku íbugvunum í hesu sorgarligu vanlukku eru vit serliga takksom fyri.
Les eisini: Keypti einvegis ferðaseðil til Føroyar og hvarv í Fugloy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald