Innanlands

Eysturskúlin hátíðarheldur 50 ár

Stórt tiltak verður stutt eftir páskir, mikudagin 23. apríl

2025-04-15 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Næmingar og starvsfólk hava arbeitt av kraft fyri, at vitjandi skulu hava ymiskt at hyggja at og lurta eftir.

Soleiðis skrivar Eysturskúlin í sambandi við, at skúlin í høvuðsstaðnum eftir páskir fer at hátíðarhalda 50-ára dagin.

Stóri skúlin hevur útbúgvið mangan næming, og 23. apríl eru millum annað gamlir næmingar bjóðaðir til stórt hátíðarhald.

- Hendan dagin, 23.apríl, verður ein “rullandi skrá” í Skúlahøllini við sangi, dansi, tónleiki og framførslum. At skráin er rullandi merkir, at náddi man ikki tað klokkan 9.45, so nær man kanska klokkan 11.30.

Úti í lonunum, A, D og E, verða framsýningar av alskyns forvitnisligum slag, har allir næmingar skúlans hava arbeitt við at lýsa ymsu tíðarskeiðini í søgu skúlans; 1974 til 2025.

NámX hevur eisini opnar breytir. 

Skráin sæst her:

9.45 morgunsangur - almennur, har øll eru væl komin at vera við
10.00 – Nýggja endurtulkaða búmerkið hjá skúlanum verður avdúkað
10.15 – Grunddeildin framførir
10.40 – miðdeildin framførir
10.55 – Dansibreytin í NámX framførir
11.10 – Mótaframsýning – hádeildin vísir 90´ini og 00´ini
11.20 – Tónleikabreytin í NámX framførir

2. rull:
11.35 Grunddeildin framførir
11.55  miðdeildin framførir
12.10  Dansibreytin í Nám
12.15  Mótaframsýning – hádeildin vísir 90´ini og 00´ini
12.30 – Tónleikabreytin í NámX framførir

-------------------------------------------
13.50: Dansibreytin í NámX
14.05: Mótaframsýning – hádeildin vísir fram
14.20: Tónleikabreytin í NámX framførir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder