Við fáum klikkum ber nú til at gera sína egnu lýsing og lættliga fáa hana út á Føroya mest vitjaðu síður.
Hetta er møguligt við nýggju lýsingaskipanini frá Vevlýsingum, Snarlýsingar, sum er lætið upp.
Skipanin er ein víðarimenning av smálýsingunum, sum vóru startskotið til Vevlýsingar í 2010.
- Við Vevlýsingum hava kundarnir sjálvir umsitið sínar lýsingar síðan byrjan, og hetta er eitt framhald av tí. Vit hava merkt ein tørv frá kundunum um at ómakaleyst at gera eina lýsing, og fáa hana út allastaðni skjótt, sigur Niklái Nysted, stjóri í Knassum, sum eigur og rekur Vevlýsingar og Portalin.
Upp á tveir minuttir
Øll umsitingin fer fram á snarlysingar.fo. Trýst á stovna lýsing, vel yvirskrift, mynd, tekst og eitt leinki. Síðani kanst tú velja hvussu leingi lýsingin skal vísast.
So ert tú í gongd. Brúkari verður stovnaður við brúkaraskipanini ID.fo umvegis títt telefonnummar, og gjaldast kann við korti ella við faktura.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald