Innanlands

Fáa 13,2 prosent í lønarhækkan

Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingfelag Føroya hava skrivað undir trý ára sáttmála

Ruth Vang, landsstýriskvinna, og Unn Krákustein, forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingfelag Føroya (Mynd: Fíggjarmálaráðið)

Ruth Vang, landsstýriskvinna, og Unn Krákustein, forkvinna í Búskapar- og Løgfrøðingfelag Føroya (Mynd: Fíggjarmálaráðið)

2023-12-07 11:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hava í dag skriva undir semju um nýggjan sáttmála.

Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á sama karm sum við undanfarin feløg í hesum samráðingarumfarinum: 3,8 prosent fyrsta árið, 4,2 prosent næsta ári og 4,75 prosent triðja árið.

Tað er tilsamans 13,2 prosent í lønarhækkan í trý ár.

Ymiskar nágreiningar og ábøtur eru gjørdar í sáttmálanum, eins og partarnir hava avtalað at arbeiða saman um nøkur viðurskifti í sáttmálaskeiðinum.

Semjan sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder