Innanlands

Fáa enn fráboðanir um "Golden Maps"

Seinastu tíðina hevur løgreglan hvønn dag fingið fráboðanir frá kvinnum um, at nakinmyndir av teimum eru í umfer á netinum – Talan er tó ikki um nógvar fráboðanir, sigur løgreglan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-05-25 08:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri nærum tveimum vikum síðani bórust tíðindini um, at ein myndamappa við nakinmyndum av føroyskum kvinnum, sonevndu "Golden Maps", aftur var í umfer á netinum, og løgreglan sigur, at tey enn fáa fráboðanir frá kvinnum, sum eru í mappunum.

– Vit fáa fleiri fráboðanir hvønn dag. Talan er ikki um tíggjutals fráboðanir, men vit fáa nakrar fáar, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan hevur fleiri ferðir seinastu tíðina gjørt vart við, at tað er ólógligt at deila nakinmyndir av fólki uttan samtykki, og kann tað geva fongsulsrevsing.

Les eisini: Løgreglan: Lat vera við at deila myndir uttan samtykki

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder