Uttanlands

Fáa helst AstraZeneca vaksinu longu í februar

ES-heilsumyndugleikarnir vænta at góðkenna heilivágin í næstu viku

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-01-21 08:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danmark kann fáa upp móti 700.000 skamtar av koppsetingum frá AstraZeneca longu í februar mánaði, um vaksinan sum væntað verður góðkend síðst í hesum mánaðinum.

Tað skrivar Berlingske Tidende við baggrund í tølunum fyri hvat Noreg og Svøríki vænta at fáa.

Sambært Berlingske fær Noreg 1,2 til 1,5 milliónir skamtar í februar og mars. Um norsk tøl verða umroknað til donsk, svarar tað til 1,3-1,6 skamtar í februar og mars.

Richard Bergström, ið samskipar svenska koppsetingarkeypið sigur, at koppsetingarnar verða býttar sambært íbúgvaratølunum í ES.

Danska stýrið fyri heilivág ynskir ikki at gera viðmerkingar um hvussu nógvar skamtar tey vænta at fáa frá AstraZeneca.

Stýrið sigur, at tey koma við nærri upplýsingum um veitingina, tá heilivágurin er góðkendur.

Vaksinan frá AstraZeneca, ið er ment í samstarvi við Oxford University, er ikki góðkend enn.

Hetta hendir væntandi um átta dagar, tá evropeiski heilivágsstovnurin EMA skal viðgera umsóknina. Um EMA góðkennir heilivágin, skal ES-nevndin fyrst staðfesta góðkenningina, og tað plagar at vera ein formalitetur, skrivar Ritzau.

Danmark hevur bílagt 3,9 milliónir skamtar frá Astra Zeneca. Avtalan er at Føroyar fáa partin av donsku veitingini, svarandi til fólkatalið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder