Tað er ikki til løgregluna, tú skalt venda tær, um tú skalt hava pengar aftur fyri óheimilaðar parkeringsbøtur í Gundadali.
Hetta eru boðini frá vaktleiðaranum á løgreglustøðuni í dag, tá vit ringja at frætta nærri um hesar bøturnar.
Tórshavnar kommuna boðaði mikudagin frá, at tað nú ber til hjá fólki at søkja um at fáa afturrindað útreiðslur av parkeringsbøtum, sum tey hava fingið fyri ólógliga parkering í parkeringssonuni í Gundadali í tíðarskeiðnum 1. januar 2021 til 15. september 2023.
Í umsóknini skal navn, kontonummar, kvittan fyri at bótin er goldin og sjálv bótin vera viðheft.
Kommunan sigur, at um tey hava beint upprunaligu bótina burtur, kann ein nýggj útskrift av bótini fáast frá løgregluni. Men soleiðis er ikki.
Hetta er eitt mál millum borgaran og kommuna og tað hjálpir ikki at biðja okkum um útskrift, tí tað fáa fólk ikki.
- Vit møta fólki við einum smíli og einari vegleiðing um at venda sær til kommununa, sigur vaktleiðarin.
1776 parkeringsbøtur vóru skrivaðar í økinum í hesum tíðarskeiðinum.
Les eisini: Kommunan endurrindar parkeringsbøtur í Gundadali
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald