
Tað eru nógv, ið nú eru meira ella minni von við, at bíða eina góða løtu eftir svarið av koronukanningum. So er spurningurin, um tað er talan um eini sms-boð og/ella ein telupostur við váttan um, at kanningin var negativ, ella um Lars Fodgaard Møller ringir og boðar frá, at tú ert positivur, og hvussu man so skal fyrihalda seg.
Nú verður hetta broytt í ein mun: Um úrslitið av koronukanningini er positivt, so fært tú fyrst eini sms-boð og eina váttan í telduposti.
- Tað er umráðandi, at fólk fáa boð skjótast gjørligt, tá koronukanningin er positiv. Tí hevur Sjúkrahúsverkið í samráð við Landslæknaembætið gjørt tillagingar í bókingarskipanini soleiðis, at fólk, sum eru kannaði positiv fyri korona, fáa boð beinanvegin, tá kanningarúrslitini eru klar.
Hetta er harvið fyri at skunda undir tilgongdina og fyri, at støðan skjótari verður greið hjá fólki. Nú smittutølini hava verið methøg, hevur tað tikið longri tíð hjá Landslækanum at fáa fatur á øllum, boðar Sjúkrahúsverkið frá.
Í boðunum frá Sjúkrahúsverkinum stendur úrslitið av kanningini, og at fólk verða biðin um at fara í sóttarhald. Landslæknin setur seg framvegis í samband við tey, ið eru smittað, við nærri kunning og leiðbeining.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald