Uttanlands

– Fáa nýggjan leiðara skjótast gjørligt

Arbeiðið hjá Hizbollah heldur fram, hóast tey hava mist Nasrallah, sigur Naim Qassem, næstovasti í Hizbollah

Naim Qassem, næstovasti í Hizbollah (Mynd: Reuters)

Naim Qassem, næstovasti í Hizbollah (Mynd: Reuters)

2024-09-30 12:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hernaðarliga rørslan Hizbollah, sum hevur høvuðssæti í Libanon, fer skjótt at velja ein nýggjan leiðara fyri Hassan Nasrallah, sum varð dripin í einum ísraelskum loftálopi fríggjadagin.

Tað upplýsir Naim Qassem, næstovasti í Hizbollah í dag.

Qassem sigur, at arbeiðið hjá Hizbollah heldur fram, hóast álopini og hóast tey hava mist Nasrallah.

– Vit fara framhaldandi at konfrontera ísraelska fíggindan fyri at stuðla Gaza og Palestina, sigur hann í røðu, sum var víst í sjónvarpi í dag.

Qassem leggur afturat, at Hizbollah eru til reiðar, um Ísrael fer at gera landinnrás í Libanon.

Hetta er fyrstu ferð, at ein limur í Hizbollah úttalar seg, síðan Nasrallah varð dripin, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder