Í dag og í morgin hava suðurafrikanarar høvi at siga eitt seinasta farvæl við Desmond Tutu, fyrrverandi erkibiskup, ið andaðist 2. jóladag, 90 ára gamal.
Í dag kom kistan við Desmond Tutu til dómkirkjuna St. George's Cathedral í Cape Town, og her verður hon verandi komandi tveir dagarnar, og verður dómkirkjan opin fyri almenninginum í hesum sambandi.
Tá kistan hevur verið í dómkirkjuni, verður hon brend, og øskurnar verða jarðaðar leygardagin, nýggjársdag, skrivar Ritzau.
Upprunaliga var ætlanin, at kistan bert skuldi standa í dómkirkjuni í eitt samdøgur, men hetta varð broytt fyri at forða fyri, at ov nógv fólk skuldu savnast í kirkjuni í senn.
(Mynd: EPA)
Desmond Tutu spældi ein týðandi leiklut í stríðnum móti apartheidstýrinum. Hann fekk friðarheiðursløn Nobels fyri arbeiði sítt í 1984, og í 1986 gjørdist hann fyrsti litti erkibiskupurin í Suðurafrika.
Síðan hann andaðist, hava tey í Suðurafrika heiðrað erkibiskupinum á ymiskam hátt. M.a. hava kirkjuklokkurnar í St. George's Cathedral ringt í tíggju minuttir hvønn dag á middegi, og hetta verður gjørt fram til í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald