Innanlands

Fáa vetrarfrí í tríggjar dagar á hvørjum ári

Hetta kemur í gildi í 2025. Umframt hetta fáa føroysku fólkaskúlarnir tveir frídagar at ráða yvir, ið teir sjálvir leggja. Hinvegin minkar summarfrítíðin við tveimum døgum

Í fyrstu syftu er talan um eina trý ára royndarskipan (Mynd: Sverri Egholm)

Í fyrstu syftu er talan um eina trý ára royndarskipan (Mynd: Sverri Egholm)

2023-12-21 14:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv umrødda vetrarfrítíðin hjá fólkaskúlanum fer skjótt at koma í gildi. Hetta hevur Barna- og Útbúgvingarmálið kunngjørt á heimasíðu sínari.

- Fráboðanin um frítíðir og frídagar í fólkaskúlanum 2024-2025 er send út til allar skúlarnar í Føroyum. Vetrarfrítíðin verður komandi skúlaár tríggjar dagar í viku 7, mikudag, hósdag og fríggjadag 12.-14. februar. Harumframt fáa skúlarnir 2 frídagar at ráða yvir, ið teir sjálvir leggja.

Harvið kemur skúlaárið at síggja nakað øðrvísi út skjótt. Árliga skúladagatalið hjá næmingum fólkaskúlans verður tó framhaldandi 193 dagar. Hetta ber til, tí summarfrítíðin hjá næmingunum er við tveimum døgum.

Tað hevur verið eitt sindur av kjaki um, hvørt tað er rætt at seta vetrarfrí í verk ella ikki. Summi fagna hesum eyka frídøgunum millum jólaferiuna og páskaferiuna og vísa á, at tað er tiltrongt. Nógv eru tó eisini ímóti - millum annað hevur nakað av misljóðið verið í samgonguni um vetrarfrítíðina.

Talan er um eina trý ára royndarskipan, staðfestir bumr.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder