Innanlands

Fáar fráboðanir um vindskaðar

Seinnapartin í gjár fekk løgreglan fýra fráboðanir úr Leirvík og Klaksvík, men annars hava tey ongar fráboðanir fingið í nátt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-01-23 09:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógvur vindur hevur verið hetta vikuskiftið, men kortini hevur løgreglan ikki fingið so nógvar fráboðanir um vindskaðar.

Av politistøðini verður sagt, at tey onga fráboðanir hava fingið í nátt, men fýra komu tó seinnapartin í gjár úr Leirvík og Klaksvík. Tað var millum klokkan trý og sjey.

Tríggjar av fráboðanunum snúðu seg um tekjur, sum vóru loysnaðar og um at fara í vindinum, og tann fjórða snúði seg um ein politibil, har okkurt var fokið inn í rútin og hevði brotið hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder