2018-11-29 14:05
Eftir at hava spælt fyri fullum húsum í ein mánað verður nú farið undir seinastu sýningar av heimskendu søguni hjá Charles Dickens. Undirtøkan hevur verið framúr góð og áskoðarar hava róst bæði leikarum, tónleiki, palli, búnum og nærverandi uppsetingini hjá Hans Tórgarð.
- "Eg visti væl, áðrenn eg fór, at tey duga at spæla sjónleik; hasi, sum spæla jólaævintýrið hjá Dickens. Kortini tóku tey meg á bóli við avrikinum. Bæði tá tað snúði seg um sjónleik og um sang."
- Sveinur Tróndarson
‘Eitt Jólaævintýr’ er bæði filmað og pallsett fleiri ferðir, og flestu munnu kennast við søguna um hin harðrenda og gíriga Scrooge, sum eina jólanátt fær eina sjáldsama vitjan og verður sendur á eina ferð í fortíðina, nútíðina og framtíðina. Søgan er bæði spennandi og óhugnalig, men samstundis eisini hjartanemandi og gevur okkum okkurt at hugsa um – eisini í dag.
- “Upplivingin var ein opinbering av teimum heilt forkunnugu. Eitt jólaævintýr eftir Charles Dickens, sum hann skrivaði í 1843, stóð livandi fyri okkum hesa løtuna. Boðskapurin, um at góðska, umsorgan, samkensla og vælgerð eru okkara einasta sanna yrki, stóð sterkur á okkara høvuðspalli.”
- Hanna Jensen
Ein jólagysari útsettur fyri pumpiorgul, fagott og violin
Í pallsetingini hjá Hans Tórgarð er nógvur tónleikur og sangur og orkestrið við Magnus Johannessen sum kapellmeistara gevur leikinum eitt heilt serligt huglag - frá hugnaligum enskum jólasálmum til fýsandi disharmoniir.
LEIKRIT OG LEIKSTJÓRN: Hans Tórgarð
LEIKARAR: Páll Danielsen, Beinta Clothier, Jákup D. Wardum og Herfinnur Árnafjall.
KAPELLMEISTARI: Magnus Johannessen, pumpiorgul
TÓNLEIKARAR: Angelika Nielsen, violin, Aksel Remmel, fagott
LJÓSDESIGN: Turpin Napoleon Djurhuus
BÚNAR: Katrin Bonde
- Tjóðpallur Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald