placeholder
Innanlands

FabLab í Vágs Skúla altjóða góðkenning

FabLab á Vágs Skúla er tað fyrsta góðkenda FabLab í einum føroyskum fólkaskúla, og ætlanin er at hava eina almenna upplating í vár

Mynd: Vágs kommuna

Mynd: Vágs kommuna

2020-02-10 14:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

FabLab í Vágs Skúla hevur nú fingið altjóða góðkenning og er skrásett sum eitt av heimsins góðkendu FabLab’um. Hesum boðar Vágs kommuna frá í tíðindaskrivi.

FabLab í Vágs Skúla er fyrsta góðkenda FabLab í einum føroyskum fólkaskúla og næsta góðkenda FabLab í Føroyum. Tað fyrsta góðkenda FabLab er á Miðnámi í Kambsdali.

[object Object]FabLab í Vági millum hini góðkendu FabLab'ini í heiminum

– Vit fingu at vita, at tað vanliga tekur 1-2 ár at fáa altjóða góðkenning sum eitt FabLab, men hóast vit bara hava verið í gongd í nakrir mánaðir fingu vit í farnu viku góðkenningina og eru nú skrásett sum eitt altjóða góðkent FabLab, sigur Tina Grønbeck Tausen, leiðari av FabLab í Vágs skúla.

– Fyri okkum gevur hetta nýggjar møguleikar, tí nú eru vit ein góðkendur partur av einum heimsumfatandi netverki av FabLab’um, sum bæði førir við sær atgongd til vitanardeiling og at FabLab í Vágs Skúla verður sjónligt fyri fólk, sum ferðast runt Heimin til FabLab at arbeiða og vegleiða, sigur hon.

FabLab í Vágs Skúla er longu tikið í nýtslu og verður dagliga brúkt av skúlanæmingum í Vágs Skúla. Men sambært Tinu Grænbeck Tausen er ætlanin tó eisini at hava eina almenna upplating av FabLab í Vágs Skúla í vár, og eru tey farin undir fyrireikingarnar til hetta. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder