Uttanlands

Facebook fylti 15 ár í vikuni

Sosiali miðilin, ið byrjaði á Harvard í 2004, hevur áleið 2,3 milliardir brúkarar í dag

2019-02-09 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er nógv hent í heiminum seinastu 15 árini. Eitt sum veruliga hevur sett dám á, og serliga seinastu tíggju árini er Facebook. Tað er síðan, ið "øll" nýta, og sum verður nýtt til so nógv ymiskt. 

Síðan vann kappingina, ímóti serliga MySpace, um at gerast mest nýtti sosali miðilin. DR skrivar, at tað eru yvir 2 millardir, umleið 2,3, brúkarir á Facebook.

Tað var Mark Zuckerberg, ið saman við Eduardo Saverin, Andrew McCollum, Dustin Moskovitz og Chris Hughes stovnaðu síðuna. Teir vóru allir lesandi á Harvard, og síðan var av fyrstan tíð ætla til lesandi har og á øðrum hægri lærustovnunum í USA, til at koma í samband við hvønn annan á netinum. Síðan hevði í byrjanini navnið: "Thefacebook", og varð upprættað 4. februar í 2004. 

Í 2006 gjørdist síðan opin fyri øllum yvir 13 ár og við einari e-mail addressu. Í 2009 vóru pengarnir av álvara byrjðair at fossa inn, og Facebook var tann mest nýtti sosiali miðilin. Í 2012 gjørdist Facebook eitt alment felag.

Facebook hevur høvuðssæti í Menlo Park í Kalifornia. Virði á felagnum minkaði nakað í fjør, men var í hesyt mett at vera áleið 140 millardir dollarir. Mark Zuckerberg, ið nú er 34-ára gamal, er CEO í Facebook, og er mettur at hava eina ogn á áleið 70 milliardir dollarir. Hann er tann einasti av stovnarunum, ið er eftir í felagnum. Hinir fýra hava tó allir høg størv aðrastaðni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder