Uttanlands

Facebook hevur goldið tannáringum fyri at kunna njósnast í teirra telefonum

Við tí fyri eyga at fáa upplýsingar um telefonnýtsluna hjá ungum brúkarum, hevur Facebook í loyndum goldið einum hópi av tannáringum fyri at fáa atgongd til telefonnýtsluna hjá teimum.

Facebookapp (Savnsmynd)

Facebookapp (Savnsmynd)

2019-01-30 22:35 Author image
Elisa Vang
placeholder

Loyniliga verkætlaninin "Project Atlas" varð í gjár avdúkað av Techcrunch, og avdúkingin hevur gingið sum heitt breyð á Twitter. 

Tað skrivar NRK á heimasíðuni.

Project Atlas hevur millum anna sum endamál at kortleggja kappingarneytar hjá Facebook.

Facebook hevur eftir øllum at døma útvegað sær tannáringar umvegis lýsingar á Instagram og Snapchat. Unglingarnir, ið vórðu valdir, fingu mánaðarliga eitt net-gávukort áljóðandi 20 dollarir.

Afturfryri skuldu hesi ungu taka niður eina app, "Facebook Research", sum bað um víðkaða atgongd telefonferðsluna.

Hetta hevur millum annað við sær, at Facebook sær, hvørja netsíður tannáringarnir ferðast á, og hvat tey skriva í privatum kjattum. 

Sambært Techcrunch er hetta virksemið ivingasamt, og brýtur við leiðreglarnar hjá Apple fyri rótsertifikatiónir. Men tað er enn verri børn heilt niður í 13 ára aldur fyri at njósnast eftir teimum. Og tað er ikki vist, at barnið veit, júst hvat tað hevur játtað seg til.

 

Kelda 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder