Leygardagin boðaði Facebook frá, at tey fóru at banna lýsingum fyri verjuútgerð og eykaútgerð til vápn fram til 22. januar, tveir dagar eftir, at Joe Biden hevur tikið við sum forseti.
– Vit hava longu bannað lýsingum fyri vápn og lóður, men nú vilja vit eisini banna lýsingum fyri eykaútgerð, sigur Facebook sambært tíðindastovuni Reuters.
Fríggjadagin heittu tríggir amerikanskir senatorar á Mark Zuckerberg, stjóra í Facebook, um at banna lýsingum fyri vørum sum týðiliga eru ætlaðar at verða brúktir í einum vápnaðum bardaga.
Umframt at Facebook hevur bannað lýsingum fyri vápn og eykaútgerð til vápn, hava tey eisini gjørt tað ómøguligt at stovna tiltøk á Facebook, sum verða hildin í støðum nærindis Hvítu Húsunum og Kongressina í Washington D.C. fram til 20. januar.
FBI hevur ávarað um, at ætlanir eru um at skipa fyri fleiri mótmælum í bæði Washington og øðrum statum í døgunum áðrenn Biden tekur við sum forseti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald