Dagføring 5. mars 16:25: Líkt er til, at trupulleikin er loystur. Brúkarar á netinum boða nú frá, at tey sleppa inn á tænasturnar aftur.
--
Tað eru eftir øllum at døma stórir tekniskir trupulleikar hjá stóru tænastunum hjá Meta samtakinum, sum umfatar Facebook, Messenger og Instagram.
Brúkarar boða seinnapartin frá, at teir ikki sleppa inn á hesar tænasturnar.
Sum skilst uppliva brúkarar at vera tveittir út av tænastunum, og sleppa ikki inn aftur.
Trupulleikarnir byrjaðu um 15 tíðina sambært brúkarunum á síðuni Downdetector. Omanfyri 500.000 fráboðanir eru komnar um hetta seinnapartin.
Andy Stone, samskiftisfólk hjá Meta, sigur á sosiala miðlinum X, at tey kenna til trupulleikan við at brúkarar ikki sleppa á teirra tænastur. Arbeitt verður við hesum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald