Fríggjadagin stongdi Russland fyri sosiala miðlinum Facebook og fleiri stórum útlendskum miðlum.
Sambært russiska stovninum fyri samskiftiseftirlit, kunningartøkni og miðlum, Roskomnadzor, er orsøkin, at Facebook hevur útihýst fleiri russiskum miðlum.
Umframt hetta er atongdin til sosiala miðilin Twitter nú avmarkað í Russlandi, sum eisini hevur blokerað eitt nú bretska miðilin BBC og týska miðilin Deutsche Welle.
BBC hevur síðani upplýst, at tey taka síni tíðindafólk heim úr Russlandi. Hetta hendir í kjalarvørrinum á einari nýggjari lóg, sum kann geva upp í 15 ára fongsulsrevsing, um ein verður funnin sekur í at bera "følsk tíðindi".
Í farnu viku boðaði Roskomnadzor eisini frá, at tað er bannað at brúka orð sum "kríggj" og "innrás" í sambandi við tað, sum hendir í Ukraina.
Tveir óheftir miðlar hava eisini mist sendiloyvið, og óhefta blaðið Novaja Gazeta hevur verið noytt at strika fleiri greinar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald