Facebook gjørdi í gjár av at strika eitt filmsbrot hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, av sosiala miðlinum. Sambært Facebook var villeiðandi kunning á filmskutinum, skrivar AFP tíðindastovan.
Trump hevði lagt eitt brot úr eini samrøðu við forsetan, sum hevur verið á sjónvarpsstøðini Fox News, har forsetin segði, at koronavirus næstan ikki rínir við børn.
- Í filmsbrotinum eru rangir upplýsingar um, at covid-19 ikki rakar ein bólk av fólkum. Hetta er í stríð við okkara politikk um skaðiliga villeiðing, sigur eitt talsfólk fyri Facebook við Reuters tíðindastovuna.
Sambært talsfólkinum er hetta fyrsta ferðin, at Facebook strikar eina dagføring hjá Trump orsaka av villeiðandi upplýsing um korona.
Seinni strikaði Twitter eisini eina líknandi dagføring hjá Trump við sama filmskutinum.
Sambært einum talsfólki hjá Twitter, skal eigarin av vanganum sjálvur strika uppslagið fyri aftur at sleppa at leggja tweet út. Og tað er síðan gjørt, skrivar Reuters.
Ráðgevarar hjá Trump ákæra nú sosialu miðlarnar fyri at vera parthallir mótvegis forsetanum.
- Sosialar miðlafyritøkur eru ikki dómarar mótvegis sannleikanum, sigur Courtney Parella, ið er talskvinna fyri valstríðið hjá Trump.
Sjálvur royndi Donald Trump at verja seg á einum tíðindafundi í gjár.
- Eg tosi um at vera mótstøðuførur, og ikki gerast illa sjúkur. Og børn gerast ikki so illa sjúk, segði forsetin.
Tað eru ongi vísundalig prógv fyri, at korona ikki rínur við børn. Men vanliga rakar smittan børn nógv mildari, enn hon rakar vaksin, skrivar Ritzau.
Viðmerkingin hjá forsetanum verður nógv umrødd í USA nú, talan er um at lata skúlarnar uppaftur seinni í hesum mánaðinum. Trump ætlar, at skúlarnir skulu lata uppaftur, hóast nógv foreldur og lærarafeløg hava mótmælt tí orsaka av smittuvandanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald