Færri og færri grønlendingar velja fosturtøku, vísa nýggjastu tølini frá landslæknanum í Grønlandi.
Í 2021 vórðu skrásettar 842 fosturtøkur í landinum. árið fyri var talið 889 og í 2019 vóru framdar 902 fosturtøkur. Sostatt er talið av fosturtøkum nú fallið trý ár á rað, skrivar Sermitsiaq.
Men tað eru framvegis fleiri fosturtøkur enn tað eru føðingar, upplýsir landslæknin fyri Sermitsiaq.
Ein uppgerð hjá Grønlands Statistik vísir, at tað vórðu fødd 761 børn í Grønlandi í 2021. Tað er lægsta føðital síðan seinna heimsbardaga.
Sambært Grønlands Statistik er tað serliga tær 20 til 30 ára gomlu kvinnurnar uttan fyri størru býirnar, sum í 2021 bíðaðu við at fáa teirra fyrsta barn.
Nýggjastu føroysku tølini fyri fosturtøkur eru frá 2020, tá vórðu 28 fosturtøkur skrásettar her á landi, svarandi til 41,3 fyri hvørji livandi fødd. Sammett við hini norðurlondini er hetta nógv lægst í Føroyum og nógv hægst í Grønlandi.
Talið av føðingum í Føroyum var 678 í 2020 og 683 í 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald