Fær bót fyri at koyra ov skjótt

Ferðsluløgreglan er nógv úti um seg í hesum døgum

2023-08-29 10:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjáranáttina var ein bilførari avdúkaður fyri at koyra 72 kilometrar um tíman á einum vegastrekki á Glyvrum, har mest loyvda ferðin er 50 kilometrar um tíman.

Bilførarin fær klipp í koyrikortið og 2.500 krónur í bót.

Seinnapartin í gjár varnaðust fólk, at ein bilur koyrdi ófantaliga í eysturbýnum í Havn. Løgreglan fór avstað fyri at kanna málið. Tey komu fram á bilin og kundu staðfesta, at bilførarin var sjónliga ávirkaður.

Bilførarin varð tí handtikin fyri at blóðroynd kundi takast.

Í fleiri førum hevur ferðsluløgreglan verið á patrúlju við skúlarnar í sambandi við at skúlaárið er byrjað aftur og eisini gjørt sokallað málrætta ferðsluátøk kring landið.

Tosa heldur enn skriva bót

Eitt nú var skúlapatrúljan við Skúlan á Fløtum í Havn í gjáramorgunin. Onki ‘mál’ varð skrásett, men ein átala varð givin.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur, at stundum velja løgreglufólkini at tosa við bilførarar og geva teimum eina ávaring heldur enn at skriva út eina bót beinanvegin – tað kann í longdini vísa seg at virka betri.

Í sambandi við eina líknandi kanning í Klaksvík í gjár, varð eitt mál tikið upp í bólkinum, sum á føroyskum løgreglumáli kallast “ulovlig befordring af passager”. Tað er soleiðis í Føroyum og Danmark, at hóast prutl og skutarar eru bygd til at kunna bera bæði førara og ferðafólk, so er ikki loyvt at vera fleiri enn ein á akfarinum. Tí kann hesin førarin rokna við eini bót.

Ferðsluløgreglan gjørdi eisini eina kanning í Sandavági í gjár. Her vórðu tríggir bilførarar avdúkaðir fyri at tosa í telefon undir akstri.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder