
Tað hevur ikki gingið stillisliga fyri seg á sosialum miðlum síðan partin av Paradise Hotel mikudagin, tá partnarin hjá Karli Weihe frá fyrsta degi, Alberte Buhl, tveitti hann út.
Á Instagram ger Alberte Buhl vart við, at hon hevur fingið hóttanir.
- Tað er í ordan at halda, at tað var ein býtt avgerð, sum eg tók, og at eg ikki eigi at vera í einari finalu. Men nakað, sum ikki er í ordan, eru tær deyðshóttanir, eg fái nú. Fólk skriva til mín, at eg skal ansa eftir mær úti á gøtuni ella gera sjálvmorð, tí eg havi tveitt Karl út av Paradise Hotel. Tað hoyrir ongastaðni heima, sigur Alberte Buhl.
Karl Weihe tekur á sínum Instagram vanga undir við hesum.
- Tað er ikki í lagi at senda hatursboð ella deyðshóttanir. Eg eri glaður fyri stuðiulin eg fái, men eg havi einki til yvirs fyri fólki sum senda hatursboð ella deyðshóttanir til onnur, sigur Karl Weihe.
Tað var óvæntað, tá Alberte Buhl í partinum mikudagin tveitti sandavágsmannin út úr realityrøðini Paradise Hotel (Mynd: Viaplay)
(Mynd: Viaplay)
Les eisini: - Dreymurin tikin frá mær í síðstu løtu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald